Flogbóltur: ÍF vann greitt á SÍ

Nakrir leikarar blivu spardir

ÍF vann greitt 3-0 á SÍ á Kambsdali í dag í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

Í 2. og 3. settið gjørdi ÍF nógvar útskiftingar og spældu til tíðir við einum næstan nýggjum og óroyndum liði. Fokus er nógv á finaluna í steypakappingini komandi leygardag og tí blivu fleiri avgerðandi leikarar nógv spardir, meðan aðrir fingu nógva leiktíð.

ÍF legði hart út í 1. setti við at vinna 25 – 10 á einum heldur spøkum SÍ liði. Í 2. setti kom vend í spælið hjá SÍ. Teir stríddust og spældu væl, og ÍF hevði torført at vinna bóltarnar.

Men tá avtornaði, vann ÍF 28 – 26. Triðja og seinasta settið í dystinum vann ÍF trygt.