Flogfar dottið niður í Íslandi

Tríggir íslendingar lótu lív, tá ið flogfar í gjárkvøldið datt niður á Suðurlandinum

mynd: mbl.is

mynd: mbl.is

Ein syndarlig flogvanlukka í Íslandi í gjárkvøldið bar við sær, at tríggir íslendingar lótu lív.

Tað vóru fimm fólk – fimm íslendingar – við flogfarinum, sum rúmaði fimm fólkum.

Flogfarið royndi at neyðlenda í Múlakoti. Eldur kom í annan veingin, og trý av teimum fimm, sum vóru umborð, lótu lív. Hini bæði vórðu flutt á sjúkrahús. Íslendskir miðlar siga, at tey eru illa skadd.

Flogfarið er av Piper apache slagnum og innskrivað í USA. Íslendingar áttu flogfarið, og tað vóru fimm íslendingar umborð, tá ið flogfarið klokkan 20.30 datt niður stutt norðanfyri flogvøllin við Múlakot í Fljótshlíð á Suðurlandinum.

mynd: mbl.is