Flogfar úr Kastrup neyðlent í Malmø

Eitt SAS flogfar ávegis til Warszawa úr Keypmannahavn, er í kvøld neyðlent í Malmø. Hetta hendi, tí knappliga var roykur í ferðamannarúminum, skriva danskir miðlar í kvøld.

Í alt vóru 63 fólk við flogfarinum, men ongin hevur fingið skaða.

- Alt gekk friðarliga fyri seg. 63 fólk vóru við. Eg havi ikki frætt um at nakar hevur fingið skaða av roykinum, sigur Patrik Nilsson frá bjargingartænastuni, við Aftonbladet.

Hann sigur, at eldur hevur ikki verið umborð á flogfarinum, men helst er talan um ov heita luftskipan.

Ferðafólkini eru farin úr flogfarinumnum, og gista á hotelli í Keypmannahavn í nátt, og tey halda aftur leiðina til Warszawa í morgin.

 

 

 

Tilvildarlig mynd