Flogvápnið ger jagaraflogfør klár til Grønlands

Nøkur av nýggju F-35 jagaraflogførunum, sum Danmark hevur keypt, skulu kunna gera uppgávur í Grønlandi, sigur generalmajorurin, Anders Rex.

 

- Tað verður ikki stuttligt at búgva í Nuuk, tá F-35 koma. Tey larma heilt øgiligt, skrivar lesari í Sermitsiaq.

- Tað verður ikki stuttligt at búgva í Nuuk, tá F-35 koma. Tey larma heilt øgiligt, skrivar lesari í Sermitsiaq.

 

Danmark hevur keypt 27 jagaraflogfør av slagnum F-35, sum næstu árini skulu loysa av gomlu F-16 jagaraflogførini.

Generalmajorurin, Anders Rex, sum er leiðari fyri flogstøðunum hjá donsku verjuni, sigur í tíðindamiðlinum - Defense News - at nøkur av nýggju F-35 jagaraflogførunum skulu gerast út til eisini at kunna gera uppgávur í Grønlandi. 

Ítøkiliga upplýsir generalmajorurin, at nøkur av F-35 flogførunum skulu gerast út við einum sonevndum fallskíggja, sum verður sleptur við lending, soleiðis at F-35 jagaraflogførini eisini kunnu lenda á hálum lendingarbreytum.

- Grønlendska avgerðin um at byggja fleiri flogvallir, sum eru longri enn 2000 metrar, gevur nógv betri møguleikar til uppgávur hjá stríðsflogførum í økinum, skrivar Anders Rex í Defense News.

Sermitsiaq, sum endurgevur Anders Rex úr Defense News, skrivar, at nýggju lendingarbreytirnar í Nuuk og Ilulissat verða longri enn 2.200 metrar, tá tær standa lidnar.

Generalmajorurin leggur dent á, at enn er ikki avgjørt, um nýggju jagaraflogførini fara at gera uppgávur í Arktis, men hann sigur, at F-35 jagaraflogførini koma at hava ein týðandi leiklut fyri verjuna og danskan suverenitet, sum Anders Rex málber seg.

- Tað verður ikki stuttligt at búgva í Nuuk, tá F-35 koma. Tey larma heilt øgiligt, skrivar lesari í Sermitsiaq.