Flogvøllurin í Vágum hevði størstan vøkstur

Vága Floghavn hevði størsta lutfalsligan vøkstur í fjør í mun til flogvallir í Danmark.

Hóast talið av ferðafólkum um danska floghavnir ikki veksur, so er øðrvísi í Føroyum.

Fyri fyrstu ferði í tíggju ár vaks talið av ferðandi um danskar flogvallir ikki í fjør.

Talið av ferðafólkum í teimum seks størstu flogvøllunum í Danmark var at kalla óbroytt.

Samlaða talið av ferðandi um flogvallir í Danmark var á umleið 36,5 milliónir, sum at kalla er tað sama sum árið fyri.

Her  er yvirlit yvir gongdi í teimum størstu donsku floghavnunum í 2019. Talið í klombrum er munurin frá 2018. Vit hava sett tølini fyri Vága Floghavn inn á fimta plássið:

1. Københavns Lufthavn: 30,26 millioner (-41.828)

2. Billund Lufthavn: 3,72 millioner (+212.666)

3. Aalborg Lufthavn: 1,46 millioner (-147.458)

4. Aarhus Lufthavn: 500.490 (+14.324)

5. Vága Floghavn 424.281 (+46.468)

6. Bornholms Lufthavn: 234.241 (-39.031)

7. Midtjyllands Lufthavn: 114.159 (-19.677)

8. Sønderborg Lufthavn: 68.828 (+1337)

9. Esbjerg Lufthavn: 77.422 (+5531)