Flokkurin hjá Anniku Olsen gongur fremst at reka fólk úr Havnini

Nýggja bústaðarhugskotið hjá landsstýriskvinnuni fer vónandi at bera við sær, at fleiri bústaðir koma kring landið. Tað er gott, um so verður. Men av onkrari óskiljandi orsøk vil landsstýriskvinnan gera tað truplari hjá vanligum fólki at búgva í Havn.

Landsstyriskvinnan sigur, at tað verður bíligari við meira kapping og minni almennari bygging. Hvar í verðini hevur hon fingið hetta hugskotið frá? Royndir úr øllum okkara grannalondum siga tað øvugta. Eitt alment bústaðartilboð er ikki bara avgerandi fyri fjølbroytnið og fyri at bygt verður til teirra við serligum tørvi. Tað er eisini altavgerandi fyri at halda húsaleiguni niðri í stórbýum.

Gongdin í grannalondum okkara hevur leingi verið, at láglønt, fólkapensjónistar og illa sperdar barnafamiljur noyðast at flyta úr býnum, tí húsaleigan bara veksur við sokallaðu øktu kappingini. Sama gongdin tekur seg spakuliga upp í Føroyum.

Vit kunnu tó enn forða fyri, at hetta verður fastlæsti veruleikin í Havnini, m.a. við at stykkja meira út og lata Bústaðir byggja í Havnini. Tað er bæði avgerandi fyri, at fólk kunnu búgva her. Og fyri at Havnin varðveitir sín serstaka dám.

Tí tað er fjølbroytnið og samhugurin, sum er kjølurin undir okkara góða býi. Tað eru ættarliðini av familjum, sum hava búleikast her, sum hava sett sín góða dám á býin. Og tað er serstaka samanrenningin av ungum, gomlum, arbeiðarum og stjórum, bygda- og býarfólki, sum ger Havnina til nakað heilt serstakt.

Longu í verandi støðu er trupult hjá nógvum teirra at útvega sær ein bústað í Havnini. Tí er tað snøgt sagt óunniligt, at landsstýriskvinnan í júst almannamálum ikki gevur sær fær um hesi fólkini. Og púra óskiljandi, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin ikki gera meira fyri at verja borg í Havnini.

Latið okkum nú saman verja borg! Gera vit ikki tað, endar Havnin sum ein býur fyri tey fáu.

Heðin Mortensen,

Javnðarflokkurin