Floksformenn hittast klokkan 11 at býta málsøki

Klokkan 11 í morgu hittast teir tríggir floksformenninir í flokkunum, sum ætla at skipa samgongu, Bárður Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana.

Sum skilst er samgonguskalið so gott sum  liðugt skrivað og skal gjøgnumlesast av formonnunum. Klokkan 11 fara formenninir at tosa um málsøkjabýti, sum millum annað snýr seg um, hvør flokkur skal hava løgmann.

Tað verður annað hvørt Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin. Sum skilst er rættliga greitt, at tingfólk í Sambandsflokkinum og í Miðflokkinum undir ongum umstøðum góðtaka, at Jørgen Niclasen verður løgmaður.

Spurningurin er so, um Fólkaflokkurin kann lata sær lynda sum nógv størsti flokkur ikki at fáa løgmann. Ger hann tað, so ferð tað helst at síggjast aftur í málsøkjabýtinum – at Fólkaflokkurin so telvar seg fram til fleiri av teimum tungu málsøkjunum, so sum fíggjarmál og fiskivinnumál.

Fær Fólkaflokkurin ikki løgmann, so fær hann heilt víst løgtingsformannin, og har er Jógvan á Lakjuni eitt gott boð.

Hildið verður, at Fólkaflokkurin fær minst fýra landsstýrissessir, Sambandsflokkurin tveir pluss løgmann og Miðflokkurin ein.