Flóttafólk er ikki eitt mál vit hava arbeitt við

Helgi Abrahamsen fer nú at svara spurningunum frá Amnesty í Føroyum, sum hevur spurt hann um at taka flóttafólk til Føroya

– Spurningurin um at taka flóttafólk til Føroya, er ikki ein spurningur, vit í samgonguni hava havt á dagsskránni. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í útlendingamálum.

Í gjár sendi Amnesty í Føroyum honum nakrar spurningar um flóttafólkaspurningin. Í hesum sambandi vildu tey hava landsstýrismannin at greiða frá um arbeitt verður við nakrari tilbúgving, so at vit kunnu taka eitt ávíst tal av flóttafólkum til Føroya.

Les meiri um tað her: Amnesty: Vit eiga at taka nøkur flóttafólk til Føroya

Hann sigur, at hann ætlar at svara spurningunum frá Amnesty, men nær tað verður, veit hann ikki reiðiliga, tí nú skal hann fyrst kanna eftir, hvat er hent í hesum máli, og hvussu støðan er nú.

Annars sigur hann, at vit hava longu tikið ímóti flóttafólkum, tí tað eru tvey fólk í Føroyum, sum hava støðu sum flóttafólk.

Men annars er hetta ikki eitt mál, hendan samgongan hevur havt á dagsskránni og fyrr enn hann hevur svarða Amnesty, vil hann ikki siga, hvat hansara støða er.

Men hann sigur, at grundleggjandi er tað heilt greitt, at tað verður undir undir ongum umstøðum, at tað verður nakað stórt tal á flóttafólkum, sum vit kunnu fáa til Føroya. Men um vit kunnu taka ímóti nøkrum fáum, tað hava vit ikki viðgjørt, sigur hann