Flúgva ikki fyri SAS undir verkfallinum

SAS má finna onnur flogfeløg at flúgva leiguferðir

Mynd: Vága floghavn

Mynd: Vága floghavn

Um flogskipararnir hjá skandinaviska flogfelagnum SAS fara í verkfall fríggjadagin, so skal felagið ikki vænta nakra hjálp frá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Tað skrivar danski miðilin check-in.dk.

Flogskipararnir hjá SAS hava boðað frá, at um tað ikki eydnast at fáa eina nýggja avtalu upp á pláss, so fara teir í verkfall frá fríggjadegnum av.

Í tí sambandinum verður arbeitt við møguligum loysnum, so at øll ferðslan hjá flogfelagnum ikki verður løgd lamin. Sambært check-in.dk er ein loysn, at feløg, ið vanliga flúgva leiguferðir fyri SAS, kunnu átaka sær fleiri slíkar uppgávur undir verkfallinum, so at so fá ferðafólk sum møguligt verða ávirka. Men tá skal tað felagið, ið hevur avtalu við SAS um leiguflúgving, heita á eitt annað flogfelag at átaka sær uppgávuna.

Men sambært netmiðlinum hava bæði Atlantic Airways og Jet Time, ið vanliga samstarva við SAS um leiguferðir, boðað frá, at tey ikki eru sinnað at taka slíkar uppgávur á seg í samband við verkfallið.

Hinvegin hevur danska flogfelagið DAT gjørt greitt, at tey ikki meta talan er um at blanda seg upp í verkfallið, og vilja tí ferðin átaka sær leiguferðir, ið SAS vanliga tekur sær av.

Verkfallið hjá flogskiparunum er lýst at byrja fríggjadagin, um eingin avtala er fingin í lag áðrenn tað.

Mynd: Vága floghavn