Flutti 10 miljónir meðan løgreglan sá

Tom Hagen keypti kryptovaluta fyri umleið 25 miljónir norskar krónur, harav 10 miljónir vórðu fluttar til hugsandi ránararnar úr hølunum hjá norsku løgregluni.

 

Løgreglan gjørdi eina roynd at avdúka mótpartin, tá Tom Hagen fluttu 10 miljónir krónur í kryptovaluta.

Løgreglan gjørdi eina roynd at avdúka mótpartin, tá Tom Hagen fluttu 10 miljónir krónur í kryptovaluta.

 

Tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, fann maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, eitt hóttanarbræv og krav um loysigjald á níggju miljónir evrur, tá hann kom heim aftur úr arbeiði tíðliga henda seinnapart.

Tær níggju miljónir evrurnar svara til umleið 90 miljónir norskar krónur, og hetta var tað, sum hugsandi ránararnir vildu hava í loysigjaldi fyri at lata Anne-Elisabeth Hagen sleppa heim aftur á lívi. Í higartil óloysta gátuføra málinum hevur hóttanarbrævið elvt til fleiri spurningar enn svar.

Var hetta bræv og krav veruligt, hvar vóru brotsmenninir, og hvørjir vóru teir?

Norska Dagbladet kann nú avdúka, hvussu Tom Hagen á sumri í fjør flutti 10 miljónir norskar krónur í kryptovaluta til hugsandi mótpartin. Hetta var ein flyting, sum var gjølliga tilrættaløgd í langa tíð frammanundan. Sjálvur skal miljarderurin hava byrjað hesar fyrireikingar tíðliga í februar í 2019.

Miljarderurin keypti kryptovaluta av slagnum monero fyri umleið 25 miljónir norskar krónur. Hann vildi hava fíggjarliga orku til eina skjóta flyting, um støðan við konu síni gjørdist kritisk. Tom Hagen fekk hjálp til at fremja keypið, tí við sínari sera avmarkaðari digitalu vitan er hann ikki førur fyri at gera slíkt sjálvur.

Fimm mánaðir seinni - í byrjanini av juli í 2019 - vórðu tær 10 miljónirnar fluttar, og hetta hendi við vælsignilsi frá løgregluni og eisini úr hølum hjá løgregluni. Sambært norska Dagbladet hendi hetta stutt eftir, at táverandi stuðulsadvokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, sum nú er verjuadvokatur hjá Tom Hagen, hevði fingið ein teldupost frá hugsandi ránarunum við nýggjum og neyvum krøvum.

Hetta skal eisini hava verið tað seinasta sambandið, sum hevur verið millum Hagen-familjuna og hugsandi mótpartin. Á einum tíðindafundi segði Svein Holden, at tey, ið høvdu sent honum teldupostin, klárt og týðiliga søgdu, at Anne-Elisabeth Hagen var á lívi.

Tað var úr einum hølum hjá norsku løgregluni, at flytingin frá Tom Hagen til hugsandi mótpartin varð framd, og meðan hetta varð gjørt, fylgdi løgreglan í fleiri londum við avgreiðsluni, veit Dagbladet at siga. Málið var greitt: Løgreglan vildi av øllum alvi royna at finna út av, hvør móttakarin av hesum 10 miljónunum var.

Tá Dagbladet spyr norsku løgregluna, um tey vilja gera viðmerkingar til málið um stóru peningaflytingina, siga tey, at tað vilja tey ikki, nú kanningararbeiðið framvegis er í gongd í málinum. Heldur ikki núverandi verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sum tá var stuðulsadvokatur hjá Hagen-familjuni, vil gera viðmerkingar til hesar upplýsingar, sum Dagbladet nú almannakunnger.

Løgreglan gjørdi eina roynd at avdúka mótpartin, tá Tom Hagen fluttu 10 miljónir krónur í kryptovaluta.