Mynd: Dagsavisen.no

Flyta laks undan deyðsalguni

Í Norðurnoregi royna tey at flyta laks undan "deyðsalguni", og líkt er til, at hetta letur seg gera. Men longu nú eru stór virðir farin fyri skeyti.

 

 

 

 

 

Mynd: Dagsavisen.no

 

Eitrandi algurnar í Norðurnoregi hava ført til, at Ellingsen Seafood hevur flutt 260.000 laksar frá sínum alibrúki, sum stóðu til at verða rakt av alguni, sum higartil hevur kostað alibrúkinum nógvar miljónir krónur.

Tað var seint fríggjakvøldið, tey fóru í holt við eina sonevnda "desperata" flyting fyri at bjarga virðum, svarandi til 250 miljónir norskar krónur á alibrúkinum hjá Ellingsen Seafood í Skarvhausen í Nordland.

Fytingin fríggjakvøldið var hin fyrsta av trimum við 260.000 laksum, sum eisini tykist vera væleydnað, og seinni somu nátt var eisini onnur flytingin í gongd, skrivar heimasíðan E24.no.

Ætlanin var at flyta tilsamans 800.000 fiskar úr algurakta økinum.

Í morgun upplýsir stjórin í Ellingsen Seafood, Line Ellingsen yvirfyri E24.no, at allur laksurin úr alibrúkinum Skarvhaugen nú er fluttur, og higartil hevur úrslitið verið gott.

Hon sigur, at fiskurin, sum er fluttur, vísir seg at liva væl.

Áður hevur verið upplýst, at Ellingsen Seafood hevur mist laks fyri 250 miljónir norskar krónur í Skabben-alibrúkinum. 

Ellingsen Seafood hevði í 2017 ein umsetning á 757 miljónir norskar krónur, og úrslitið fyri skatt hetta árið gjørdist 309 miljónir norskar krónur, sambært roknskapartølum hjá felagnum.

Alifyritøkan hevur høvuðsskrivstovu á lítlu oynni Skrova, har 250 fólk búgva, og her er Ellingsen Seafood størsti privati arbeiðsgevari.

 

 

Mynd: Dagsavisen.no