Drekkivatnið aftur dálkað í Kollafirði

Tórshavnar kommuna hevur aftur staðfest bakteriur í drekkivatninum í Kollafirði.

Tórshavnar kommuna hevur seinastu vikurnar havt trupulleikar við bakterium í drekkivatninum, og serliga tykist tað vera í Kollafirði, at trupult er at basa bakteriunum.


Tað er ikki meira enn nakrar fáar vikur síðani, at Tórshavnar kommuna boðaði frá, at alt drekkivatnið í kommuni var reint, men nú er aftur galið.


Í dag skrivar kommunan nevniliga á teirra heimasíðu, at vatnið í Kollafirði aftur er dálkað. Bakteriur eru staðfestar í sjey ymiskum vatnroyndum í bygdini. E-coli bakterian varð tó ikki funnin í nakrari roynd.


Kommunan upplýsir, at nú verður leitað eftir gomlum vatnbrunnum, sum møguliga enn ikki eru loystir úr vatnkervinum.