FM1 byggir eitt savn upp á SoundCloud

Lurtarar hava nú møguleikan at hoyra eldri sendingar, innsløg og samrøður frá FM1 og gamla Rás2

Nú er komið gongd á eitt savn hjá FM1, ið er at finna á SoundCloud

Nú er komið gongd á eitt savn hjá FM1, ið er at finna á SoundCloud

##med2##

Seinnapartin høvdu Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen samrøðu við Hera Simonsen, ið er í holt við at byggja eitt savn upp við sendingum, innsløgum og samrøðum sum hava verið á FM1, og á gamla Rás2 sum FM1 æt í byrjanini.

HER  ber til finna playlistar - yvirlit - við ymiskum sendingum. T.d. eru playlistar við øllum Spurin-sendingunum sum hava verið á FM1 síðani 2017, og tá er ein playlisti fyri hvørt árið, 2017, 2018, 2019 og 2020.

Enn er langt á mál, samrøður frá Bátaradio-sendingum hjá Vilmundi Jacobsen skulu eisini leggjast út á savnið. Ùtleggingar av gomlum sendingum verður gjørt so líðandi, og vónandi er komið langt við tí í 2021.

Gongd er komið á at leggja tilfar frá gamla Rás2 út eisini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra um savnið hjá FM1 á SoundCloud. 

Nú er komið gongd á eitt savn hjá FM1, ið er at finna á SoundCloud

(Samrøða um savnið hjá FM1 úti á SoundCloud)