FM1: Eingin tilburður síðan hósdagin

Hóast endaligu tølini ikki eru komin upp á pláss í dag, so sær út til, at eingir nýggir tilburðir eru staðfestir síðani í farnu viku.

Tað segði Bjarni á Steig í samrøðu við FM1 í dag.

– Sum tað sær út nú, so er eingin tilburður staðfestur síðan hósdagin.

– Tað er tekin um, at sjálvt um vit høvdu ein illgruna um, at hetta kom frá samfelagnum, so hevur tað eydnast enn einaferð at smittuuppspora og avbyrgja tey, sum eru positiv, og tey, sum hava verið í kontakt, sigur Bjarni á Steig.

 

Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Bjarna á Steig við at trýsta á pílin.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Bjarna á Steig