FM1: Føroyahúsið hevur stóran týdning

Hans Petur í Brekkunum

Hans Petur í Brekkunum

- Eg meini at Føroyahúsið hevur stóran týdning fyri føroyingar her. Føroysku feløgini í býnum hava húsið sum karm til teirra virksemi. Har er føroyskur skúli og undirvísing í føroyskum máli fyri børnum. Og um tú hugsar um føroysku mentanina, málið, føroyskan dansur, mat og alt tað, so fær man tað í Føroyahúsinum sum tað einasta staðið í Keypmannahavn. Tað haldi eg, at fólk seta prís uppá.

Tað sigur Hans Petur í Brekkunum, sum aftaná góð 12 ár sum stjóri í Føroyahúsinum, leggur frá sær 31. september í ár.

Í tíðindasendingini hjá FM1 í dag tosaði Árni Gregersen við nú skjótt fyrrverandi stjóran um Føroyahúsið og virksemið í Keypmannahavn. Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini. 

Hans Petur í Brekkunum