FM1: Hoyr sendingina "Home & Away - With a Twist" - 5. sending

(FM1) Sigri Gaini, ið hevur iranskan pápa og føroyska mammu var gestur í ensktmæltu sendingini hesaferð

Sigri Gaini var gestur hjá Stellu Zachariassen í fimtu sendingini "Home and Away - With a Twist" á FM1 (Mynd: Petur Zachariassen)

Sigri Gaini var gestur hjá Stellu Zachariassen í fimtu sendingini "Home and Away - With a Twist" á FM1 (Mynd: Petur Zachariassen)

##med2##

FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru útlendingar ella tilflytarar.

Sigri Gaini, ið hevur iranskan pápa og føroyska mammu var gestur í ensktmæltu sendingini hesaferð, og greiddi frá teimum báðum mentanunum, ið hava myndað hana, ta iransku og tað føroysku mentanina.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.

HER  ber til at hoyra fjórðu sendingina, ið var við Thomas Warner, ið hevur enskan pápa og føroyska mammu.

HER  ber til at hoyra triðju sendingina. Gestur var Sharon Sivertsen, ið hevur srilanska mammu og føroyskan pápa. 

HER  ber til at hoyra aðru sendingina. Gestur var Mickey Shemesh, ið hevur ísraelskan pápa og føroyska mammu.

HER  ber til at hoyra fyrstu sendingina. Gestur var Joy Johannesen, ið hevur føroyskan pápa og pakistanska mammu.

Sigri Gaini var gestur hjá Stellu Zachariassen í fimtu sendingini "Home and Away - With a Twist" á FM1 (Mynd: Petur Zachariassen)

(Home and Away - With a Twist 5. sending. Gestur: Sigri Gaini)