Bert pláss fyri fýra loyvum í "Gullhorninum"

Herálvur Joensen váttar , at tað verða feløg ella samtøk, sum verða vónsvikin av 1. útbjóðing og sum vandi kann vera fyri vilja taka seg heilt úr føroyaøkinum. Blaðið skilur, at talan er kanska um eini fýra feløg, sum einki loyvi fáa.

Nú fyrstu loyvini at bora eftir olju og gassi við Føroyar verða latin oljufeløgunum hósdagin verður sjálvandi gitt, hvørji øki tey ymsu oljufeløgini fáa og hvat tey hava bundið seg til at gera afturfyri. Ikki minst útlends oljubløð bera leysatíðindi, sum ikki fella í so góða jørð í Oljumálastýrinum. Oljutíðarritið...