FM1: Nólsoy avgjørdi slagið um Havnina og Neistin er í FM-finalunum

(FM1) Í seinna hálvleiki bleiv Maria P. Nólsoy dystaravgerandi við sínum málum. Hoyr dystarendan og hoyr 16 ára gamla stjørnuskotið seta orð á dystin

16 ára gamla Maria P. Nólsoy var sera dystaravgerandi við nógvum málum í seinna hálvleiki tá neistakvinnur vunnu seg í FM-finalurnar

16 ára gamla Maria P. Nólsoy var sera dystaravgerandi við nógvum málum í seinna hálvleiki tá neistakvinnur vunnu seg í FM-finalurnar

##med2##

Nólsoy avgjørdi slagið um Havnina, og sendi Neistan í FM-finalurnar í SMS-deildini har StÍF bíðar. Fyrsta av møguliga fimm FM-finalum verður leikt sunnudagin klokkan 17.

Bert 16 ára gamla Maria P. Nólsoy hevur foreldur, ið bæði hava leikt við bestu liðunum hjá Neistanum í sínari tíð, og í kvøld avgjørdi unga stjørnuskotið ta triðju FM-hálvfinaluna millum Kyndil og Neistan við nøkrum sera avgerandi málum seinastu løtuna. Tað er niðurstøðan hjá frásøgumanninum hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal. 

Neistin vann 23-21 (10-9) á Kyndli, og samanlagt 2-1 í hálvfinalunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Mariu P. Nólsoy, ið nú eisini ætlar sær at vinna FM í bestu kvinnudeildini aftaná at hava vunnið FM við ungdómsliðum hjá Neistanum. 

##med3##

 

 

16 ára gamla Maria P. Nólsoy var sera dystaravgerandi við nógvum málum í seinna hálvleiki tá neistakvinnur vunnu seg í FM-finalurnar

(Kyndil-Neistin 21-23 (9-10) - Hoyr seinastu minuttirnar og samrøðu við Mariu P. Nólsoy)