FM1 sendir beinleiðis frá Voxbotn

Petur Asbjørn Lervig fer at gera beinleiðis samrøður úr Vágsbotni í kvøld

Petur Asbjørn Lervig verður reportari, tá FM1 sendir beinleiðis frá Voxbotn í kvøld millum klokkan 18 og 21

Petur Asbjørn Lervig verður reportari, tá FM1 sendir beinleiðis frá Voxbotn í kvøld millum klokkan 18 og 21

Seinnapartin byrjaði stóra tónleikatiltakið, Voxbotn.

FM1 fer at senda beinleiðis frá Voxbotn millum klokkan 18 og 21 í kvøld.

Tað verður Petur Asbjørn Lervig, ið verður reportari, og hann fer at gera samrøður við konsertgestir, fyrireikarar og tónleikarar.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Onkrar av samrøðunum koma út á in.fo seinni í kvøld.

Petur Asbjørn Lervig verður reportari, tá FM1 sendir beinleiðis frá Voxbotn í kvøld millum klokkan 18 og 21