Sámal Petur í Grund farin heimaftur

Sámal Petur í Grund, sum seinastu tvey valini hevur stillað upp fyri Framsókn, stillar hesaferð upp aftur fyri Sjálvsstýrisflokkin.

Sámal Petur í Grund stillar hesaferð upp fyri Sjálvstýrisflokkin

Sámal Petur í Grund stillar hesaferð upp fyri Sjálvstýrisflokkin

Sjálvstýri boðar í dag frá, at Sámal Petur í Grund verður valevni til komandi løgtingsval.

– Eftir at hava verið í útlegd í nøkur ár, kennist hetta sum at koma heimaftur. Eg meti, at tað hevur ongantíð verið størri tørvur á Sjálvstýrinum enn júst nú, sigur Sámal Petur í Grund í tíðindskrivi frá Sjálvstýrisflokkinum.

Sámal Petur sigur víðari, at hann heldur, at tann kósin, ið formaðurin hevur stungið út í kortið, er tann rætta.

Sámal Petur í Grund gjørdist landsstýrismaður í mentanar- og samskiftismálum í september 1994 og sat í hesum sessi til desember 1997. Hann bleiv valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í 1998 og gjørdist í februar 2001 landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesum sessi sat hann í til juni 2002, tá nýggj samgonga bleiv skipað.

Sámal Petur í Grund stillar hesaferð upp fyri Sjálvstýrisflokkin