Føðideildirnar í Klaksvík og í Suðuroy lata ikki upp aftur

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur ongar ætlanir um tað

Eingin ætlan er um at lata føðideildirnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, upp aftur.

Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greitt, nú Løgtingið fer at leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi hevur Fíggjarnevndin spurt hann, sum nakrar ætlanir eru um at lata føðideildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík uppaftur?

Men landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at lata føðideildir uppaftur.

Annars elvdi tað til eitt rama skríggj, tá ið føðideildirnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vóru niðurlagdar, hóast tað var av læknafakligum orsøkum.

Serliga atfinningarsamir vóru tinglimir úr Norðoyggjum og tinglimir úr Suðuroy, sum tá sótu í andstøðu.

Hvassastu atfinningarnar komu frá Jacobi Vestergaard fyri at føðideildin í Suðuroy varð niðurløgd.

Hann segði, at suðuroyingar kunnu ikki liva við, at barnakonur, og allar familjur verða tvangsluttar til Havnar.

Hann segði, at tað gongur ikki og tí heldur hann at málið er einfalt at loysa. Tí vildi hann hava táverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, at geva leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi tænastuboð um at lata føðideildina upp aftur, og at syrgja fyri at hava trygdina í ordan. Og kann leiðslan ikki dag, má hon finna sær eitt annað arbeiði. 

Hann sigur, at føðideildin er ein so grundleggjandi tænasta, at dettur hon burtur, sigur tað seg sjálvt, at alt annað eisini dettur burtur, og tí er tað ótrúliga týdningarmikið, at føðideildin letur upp aftur, tí man kann ikki bjóða suðuroyingum sovorðnar umstøður.

Men hóast tey nú sita í samgongu, hevur landsstýrismaðurin nú gjørt greitt, at hann fer ikki at lata føðideildirnar á smærru sjúkrahúsunum upp aftur.

Annars sigur Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at eftir at føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi varð niðurløgd, varð Gestalonin á Eirargarði sett í stand. Og barnakonur, ið koma langvegis frá, og ikki hava fyri neyðini at verða innlagdar, hava møguleika at fáa íbúð ella kamar har, saman við manni og børnum. Og tað kunnu tær hava upp til tvær vikur áðrenn tær eru settar at eiga – ella eftir avtalu, og tað er ókeypis.

Hann sigur eisini, at sjúkrahúsleiðslan arbeiðir støðugt fyri at bøta um umstøðurnar, tá ið barnakonur, kanska við manni og børnum, hava tørv á uppihaldi í Havn.

Í hesum sambandi er ein faldari gjørdur til barnakonur, og í honum eru ymsir hentir upplýsingar í sambandi við uppihaldið.