Føðingardag – og góðar 8.000 kr meira í løn um mánaðin

Í dag hevur Jógvan á Lakjuni – um ikki ein rundan dag, so ein serligan dag, tí í dag fyllir hann 67 ár og verður harvið fólkapensjónistur.

Og júst í dag viðger løgtingið uppskot um broytingar í fólkapensjónini, um lækking av mótrokning og hækking av skattafríu grundarupphæddini.

Soleiðis sum pensjónsviðurskiftini hjá okkum er skrúvað saman, so fær ein persónur sum løgtingsformaðurin stóra lønarhækking, nú hann fyllir 67 ár. Tí nu fær hann bæði Samhaldsfasta og grundarupphæddina í fólkapensjónini oman á lønina.

Sum grundløn fær løgtinsformaðurin 84.705,13 krónur um mánaðin. Oman á tað fær hann skattafrítt ískoyti, nevnt borðfæ, sum er 8.000 skattafríar krónur. Og afturat tí fær hann skattafrítt kostnaðarendurgjald fyri flutning millum heimstað í Fuglafirði og Løgtingið í Havn í 100 dagar um árið.

Og nú løgtingsformaðurin fyllir 67 ár, fær hann sum allir aðrir pensjónistar 5.590 krónur úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum, og oman á tað fær hann grundarupphæddina í fólkapensjónini, sum er 2.253 skattafríar krónur um mánaðin.

##med3##

Júst í dag viðger løgtingið uppskot um at hækka hesa grundarupphæddina sum allir pensjónistar fáa við 580 krónum, so hon verður 3.313 krónur – helvtina av hækkingini nú á nýggjárinum og hina helvtina 1. januar í 2021. Samhaldsfasti hækkar á nýggjárinum úr 5.590 krónum til 5.740 krónur.

Ein vanligur føroyingur, sum er 67 ár í dag, og sum onga løn hevur og onga aðra pensjón hevur, hann fær eisini samhaldsfast og skattafríu grundupphæddina, sum Jógvan á Lakjuni. Men hann fær eisini viðbót, sum er 3.031krónur um mánaðin fyri giftar pensjónistar, soleiðis athann tilsamans fær 11.821 krónur um mánaðin.

##med2##

 

Jógvan á Lakjuni hevur verið løgtingsmaður síðani hann fyrstu ferð varð valdur á ting 30. apríl í 1998, og hann er afturvaldur seks ferðir síðani: í 2002, 2004, 2008, 2011, 2015 og í 2019.

Hann hevði fyrstu ferð sæti á tingi í 1989 og var fleiri ferðir varamaður í styttri og longri tíðarskeið fram til 1998.

##med4##

Jógvan á Lakjuni er giftur við Odvør á Lakjuni, dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson í Havn.

Børn teirra eru: Høgni f. 1977, Bárður f. 1978, Rógvi f. 1982, Herborg f. 1986 og Dánjal f. 1990.

Útbúgving: Læraraútbúgving og eftirútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya

Yrki: Sjómaður 1970-72, lærari í Fuglafjarðar skúla 1977-89 og lærari á Handilsskúlanum á Kambsdali síðani 1989.

Hann var landsstýrismaður í mentamálum frá 2004-2008, og hann var løgtingsmaður frá 2011 til 2015 og aftur frá 2019.

Umframt sítt politiska virksemið og læraragerningin, so er Jógvan á Lakjuni bæði sangari og tónleikari og tikin úr leikum sum tónaskald er hann eisini. Løg hansara vera hvørja viku sungin í kirkjum og samkomum kring landið.

##med5##

 

 

Jógvan á Lakjuni og Maria á Lakjuni syngja "Gakk tú tryggur" hjá Hans Andrias Djurhuus, sum Jógvan hevur tónsett á útgávukonsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 17. november 2012.