Følir seg hongdan út alment av løgtingsmanni

Hetta er bæði ólógligt og groft brot á rættartrygdina sigur frákoyrdi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni

Hetta er ólógligt, tí hetta er brot á tagnarskyldina. Men tað er eisini groft brot á rættartrygdina hjá landsins borgarum.

 

Tað sigur Hans Petur Joensen, sum varð koyrdur úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni í kjallarvørrinum á umstrídda málinum um meirnýtslu á Strandferðsluni

Tað endaði við, at andstøðan reisti uppskot um misálit á Johan Dahl, landsstýrismann.

Men tað, sum fyrrverandi fíggjarleiðarin øtast við, er, at tá ið misálitið var til viðgerðar í Løgtinginum, nevndi Joen Magnus Rasmussen, tingmaður og limur í landsstýrismálanevndini, Hans Petur Joensen í síni røðu

 

Hann tók mín persón fram á Tingsins røðarapalli og vísti til orsøkina til, at eg skuldi sigast úr starvi sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen.

 

Heilt orðarætt segði Joen Magnus Rasmussen: ”At Hans Petur Joensen er farin til hús av heilt øðrum orsøkum og ikki er koyrdur til hús av landsstýrismanninum, tað er heilt eitt annað mál".

Hans Petur Joensen sigur, at hann skilir nú, at Joen Magnus Rasmussen hevur fingið innlit í hansara persónsmál á Strandferðsluni og veit, hvat stendur í  hoyringsskrivinum um uppsøgn, sum hann fekk frá stjóranum.

- Hetta er eitt skriv, sum er latið mær í trúnaði og sum ongantíð hevur fingið virknað, tí eg valdi at gera fráfaringaravtalu áðrenn, sigur Hans Petur Joensen.

 

- Hetta er eitt skriv sum í besta fall eigur at liggja handan lás og slá í goymsluni í kjallaranum á Sjógøtu 5, har Strandferðslan goymir øll persónsmál og har ongin alment eigur at hava atgongd og tað eigur heldur ikki at koma út alment.

Fyrrverandi fíggjarleiðarin sigur, at sostatt er Joen Magnus Rasmussen, ólógliga kunnaður um hoyringskrivið um at siga hann upp.

Fyri mær er hetta ikki bert ólóglig framferð, har tagnarskyldan er brotin, men hetta er eisini grovt brot á rættartrygdina hjá borgarum landsins, sigur Hans Petur Joensen.

Hann sigur, at hann nú hevur sent Sirið Stenberg, forkvinnu í landsstýrismálanevndini, og Jógvan á Lakjuni, skriv um hendingina.

 

Í hesum sambandi vil hann vil nú hava at vita frá Sirið Stenberg, um eisini hon veit, hvat stendur í hoyringsskrivinum, og um tað hevur verið við í viðgerðini í Landstýrismálanevndini ?

Samstundis vil hann hava at vita frá Jógvani á Lakjuni,  um tað er góður siður og sambært Tingsins endamáli og tign, at ein borgari ”óátalað verður útspiltur á slíkan hátt av Løgtingsins røðarapalli”, sum hann orðar seg í spurninginum.

Hann vil eisini hava at vita, um tað er í lagi, at persónsupplýsningar, ”sum ólógliga er komnir til vega, verða brúktir av løgtingsmonnum og óátalað verða frambornir av Tingsins røðarapalli?”
Og  samstundis vil hann hava at vita um Løgtingið loyvir, ”at tess politikarar misnýta loyniligar persónsupplýsingar, fyri at útspilla landsins borgarar á Føroya Løgtingi?”

 

- Hetta er eitt álop á rættartrygdina hjá landsins borgarum og sjálvt fólkaræðið í Føroyum. Tað er mær fullkomuliga óskiljandi, at slík framferð kann fara fram á Føroya Løgtingi, sigur Hans Petur Joensen.