Førilús er ikki í Koltri

Í góðveðrinum herfyri róku tey lágt liggjandi seyð í rætt og tóku sýni undan ær og lombum.

 

 

Viðheftu myndir eru av Facebook-síðuni - Koltur.

Viðheftu myndir eru av Facebook-síðuni - Koltur.

 

Á Facebook-síðuni - Koltur - er javnan ein hugnalig frásøgn um, hvat tey takast við í Koltri. Nú skurð-og klippingsfjall eru beint fyri stavn, stendur ein hugnalig, men eisini strævin tíð fyri framman, har brúk er fyri góðum og røskum fólki.

- Í klipping skal gerast upp, og ær og sleppingarlomb skulu sleppast aftur í hagan saman við brundseyðinum til komandi seyðaár. Í klipping skal áseyðurin, sum verður sleptur, hagreiðast og skrásetast.

Bjørn Patursson, fyristøðumaður, greiðir hegnisliga frá, at upp í hagreiðing hoyrir tøka av avdeyða, viðseta av sleppingarlombum og brundlombum, og her hoyrir eisini koppseting móti smittandi seyðasjúkum.

Um neyðugt, skal seyðurin eisini viðgerast móti sníkum. - Tað er her, at tøðsýnini koma inn í myndina, tí tað er nevniliga ikki neyðugt at viðgera allan seyðin fyri innvortis sníkar.

Fyristøðumaðurin vísir á, at tann eldri seyðurin sum oftast er mótstøðuførur móti sníkum, og tað sæst einans við, at djóralækni kliniskt kannar tøðsýni.

- Vanligt er her í Koltri, at tað einans er neyðugt at viðgera sleppingarlombini og brundlombini fyri innvortis sníkar, og førilús er ikki í Koltri.

Førilús er veingjaleyst skordýr, ið livir sum sníkur á seyði.

##med2##

Í góðveðrinum herfyri róku tey í Koltri lágt liggjandi seyð í rætt og tóku sýni undan ær og lombum.

- Sýnini verða kannaði av djóralækna, og tað er djóralæknin, sum síðan ger eina niðurstøðu og viðgerðarætlan út frá úrslitunum, sigur Bjørn Patursson.

Viðheftu myndir eru av Facebook-síðuni - Koltur.