Føroya Arena byggjast í Hoyvík

Við fyrimynd í norskari stórhøll kunnu vit upp á 15 mánaðir fáa gjørt eina stórhøll í Hoyvík, ið lýkur øll altjóða krøv og fær hýst øllum okkara heimadystum í hondbólti, umframt givið okkum stór heimsnøvn á tónleikapalli undir taki.

 

 

Øll harmast vit um, at fleiri av seinastu A-landsdystunum í hondbólti eru spældir uttanlands og ikki í Føroyum. Orsøkina kenna vit, at eingin av føroysku hallunum stendur mát, so hon kann lúka altjóða krøv. Men hetta kunnu vit gera nakað við. 

Ein stórhøll í Hoyvík, ið vit kunnu kalla Føroya Arena, kann loysa allar okkara trupulleikar við hóskandi og góðkendum kørmum, og tað kann enntá gerast bíligari, enn higartil hevur verið frammi. Tá eg sigi bíligari, so meini eg avgjørt ikki verri, tí fyri minni enn 200 milliónir krónur fáa vit eina stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv.

Føroya Arena verður ikki bara ein høll, men eitt stórhús, ið kann brúkast upp á óteljandi mátar. Fyrst og fremst er talan tó um eina høll, ið kann hýsa alskyns altjóða ítróttarkappingum og -dystum, umframt øllum hugsandi konsertum og tónleikatiltøkum. Hartil kemur so, at samstundis sum altjóða hondbóltsvøllur er í brúki, er framvegis pláss fyri fleiri innandura tennisvøllum við síðuna av, so her er eitt ótal av møguleikum. 

Aðrir møguleikar

Okkara ferðavinna, ið ongantíð av álvara fekk luft undir veingirnar í ár, fer við Føroya Arenu at fáa høli og umstøður, so haldast kunnu sjálvt størstu ferðavinnustevnur í Føroyum, umframt at høllin gevur møguleika fyri alskyns mentanarligum og átrúnaðarligum tiltøkum, sum tað ikki frammanundan hevur borið til at havt undir taki.

Alt tað, høllin kann brúkast til, kastar samstundis eina rúgvu av sær á øðrum økjum. Til dømis koma øll størri tiltøk at skapa ein munandi størri umsetning hjá dugnaligu tænastuvinnuni í høvuðsstaðnum, so bæði gistingarhús, matstovur og onnur ítøkiliga koma at merkja ágóðan av hesum.

Í gerandisdegnum er ætlanin ikki, at Føroya Arena skal standa sløkt og tóm, tí talan er ikki bara um eitt stórt høli, men eisini møguleikar fyri hópin av smærri aktivitetum. Tørvurin á barnaansing fer ikki at minka í Hoyvík, sum stútt og støðugt stendur í vøkstri, so tí kundi verið upplagt, at ein barnagarður varð knýttur at matriklinum, eins og tað vildi verið upplagt við einum innandura spælilandi á staðnum.

Norska fyrimynd

Staðsetingin í Hoyvík verður sentral, so lætt er at koma til og frá, tí hugsanin er, at Føroya Arena skal vera beint við rundkoyringina ovast á Løgmannabreyt, upp at innkomuvegnum til Havnina, ið er alneyðugur at fáa gjørdan beinanvegin. Sostatt er ómaksleyst hjá fólki úr øllum landinum at koma til tiltøk, eins og skjótt er at koyra úr Havnini og niðan. Ætlanin fevnir um hópin av parkeringsplássum, so pláss verður fyri øllum.

Fyrimyndin hjá hesi ætlan er Volda Campus Arena í norska býnum Volda, sí www.voldacampusarena.no, sum júst nú verður gjørd og ætlandi stendur liðug í november mánaði. Henda stórhøll kostar umleið 180 milliónir føroyskar krónur, og í norsku høllini er eisini barnaskúli, háskúli, klintriveggir, yvir 100 parkeringspláss, 25 metra svimjihylur og pláss fyri 2.000 áskoðarum. Arkitekturin hevur lagt dent á, at fleiri og ymisk tiltøk verða savnað í einum og sama húsi, eins og vit hugsa okkum við Føroya Arenu í Hoyvík.

Fyribils tekningar av Føroya Arenu eru lagaðar til føroysk viðurskifti, so hon kann taka eitt sindur meira av fólki, tí hetta ætlast jú at vera okkara tjóðarhøll. Um vit taka ein hondbóltslandsdyst, kann pláss vera fyri 2.700 áskoðarum, og er talan um eina konsert, sleppa 4.600 fólk inn, tá ið talan er um standipláss, og 3.600, tá talan er um sitipláss.

Góð og grøn loysn

Føroya Arena er ikki eitt vallyfti, men ein ítøkilig ætlan, ið komandi býráð eigur at gera sítt til at fáa framt í verki. Fáa vit aftur ein virknan og vágafúsan býráðsmeiriluta, og spæla vit kortini rætt, kunnu vit fáa stórhøllina gjørda líka skjótt sum norsku høllina, sum hevur havt eina byggitíð upp á 15 mánaðir. Longu nú hava vit tilsøgn um at brúka júst somu tekningar og fyrireikingar, so sleppast kann undan seinkingum, um alt skuldi verið teknað frá botni av á blonkum pappíri.

Fíggjarligi leisturin eigur sjálvsagt at vera tann sami, sum hann vanliga er, tá ið vit tosa um stórar verkætlanir, ið hava landsgagnligt endamál, og tað mest natúrliga vildi verið, at Tórshavnar kommuna bar tveir triðingar av kostnaðinum og landið ein triðing. Pláss eigur tó at vera fyri, at vit – eins og norska verkætlanin – fær stuðul frá grunnum og privatum íleggjarum, tí umráðandi er, at fígging og onnur viðurskifti koma upp á pláss skjótt.

Vit vita, at tað altíð ber til at gera íløgur, men at so kemur raksturin sum ein bremsa, so einki ber til. Her kunnu vit eisini hava fleiri streingir at spæla uppá, so ætlanin hvílir væl í sær sjálvari – bæði, tá ið talan er um stór tiltøk, og um virksemið í gerandisdegnum. Ein upplagdur møguleiki er at hita høllina við jarðhita, so vit eisini kunnu vísa á eina grøna loysn, nú talan er um eitt í allar mátar almannagagnligt byggjarí, ið alt landið skal njóta gott av.

Hetta er ein loysn og eitt høvi, vit snøgt sagt ikki kunnu lata fara aftur við borðinum, og eg vil í øllum førum gera alt mítt til, at okkara stoltu landslið kunnu spæla allar sínar heimadystir heima. Hitt hoyrir eini 30 ára gamlari fortíð til, so nú eiga vit at smíða, meðan jarnið er heitt!


Tróndur Sigurðsson

býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

##med2##