Johanna heldur 130 ára dagin 24. mai

Sluppin Johanna TG 326 verður 130 ár í ár, og dagurin 24. mai er settur at hava veitsludám, har okkurt er til tey flestu.

 

130 ára dagurin verður hildin á bryggjuni í Vági og byrjar klokkan 13:30 tann 24. mai, tá gomlu grindabátarnir heilsa gomlu sluppini.



Á bryggjuni bjóðar Johanna kaffi og annað. Ymiskt er til undirhalds, t.d. hoppiborgir til børnini.



Á skránni er eisini kórsangur, felagssangur og røður. Høvi verður eisini at

handa f'ðingardagsbarninum gávu.



Á kvøldi verður føroyskur og enskur dansur, og ymiskt kann keypast til matna, eittnú johannubúffur-



Endalig skrá fyri dagin verður kunngjørd seinni.

 

 

Myndin omanfyri er tikin herfyri, tá Johanna var á beding í Vági í samband við at sluppin verður gjørd klár og fríðka til 130 ára dagin.