Føroya Rættur hevur opið mentanarnáttina

Føroya Rættur, sum er í C. Pløyensgøtu 1 í Havn, hevur opið frá klokkan 19 til 22 í kvøld

Møguleiki er at síggja almennu hølini í bygninginum.

Ein føroyskt filmur er framleiddur, sum vísir ein pallsettan rættarfund.

Filmurin, sum er knappan hálvan tíma langur, verður sýndur í rættarhølinum klokkan 20 og 21.

Kaffi, te og okkurt søtt afturvið verður at fáa.

##med2##