Føroya Sjómannadagur í Klaksvík

Summarfestivalurin er júst liðugur, og nú er Føroya Sjómannadagur á skránni í Klaksvík. Sjómannnadagurin byrjar mánadagin 12. august og heldur fram til sunnudagin 18. august. Leygardagurin er tó tann stóri dagurin

Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, kappingar, listaframsýningar, ókeypis matur og nógv annað.

Mikukvøldið er politiskur valfundur á skránni. Fundurin verður á Skúlatrøð. Á valfundinum fáa øll valevnini, sum eru uppstillað í Norðoyggjum, høvi at greiða veljarunum frá sínum boðskapi. Áhoyrarar kunnu seta spurningar til valevnini bæði munnliga og skrivliga. Jóhann Lützen, samfelagsfrøðingur og stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.

Fríggjakvøldið verður stór fiskikapping. Tað vælumtókta vatnkríggið verður eisini á skránni fríggjakvøldið.

Leygardagin eru ein ørgrynna av tiltøkum á skránni. Føroyameistarakappingar í nógvum greinum, framsýningar, høvi eru at vitja umborð á træseglskipum, og fleiri fyritøkur bjóða mat av ymiskum slag eins og nógv onnur tiltøk.

Sjómannadaguin endar við sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin 18. august.

Føroya Sjómannadagur hevur til endamál at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera, siga fyrireikararnir.

Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.

Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóða, eru ókeypis. Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og sponsorum úr øllum landinum.

Í nevndini fyri Føroya Sjómannadag eru: Karl Birgir Isaksen, formaður, Eyðstein Poulsen, næstformaður, Oliver Joensen, kassameistari og John William Joensen, skrivari.

Sí skránna fyri sjómannadagin her.