Føroya Sunnasta 1/2 marathon verður í september

Aftur í ár, verður Føroya Sunnasta 1/2 marathon í Suðuroynni. Tiltakið byrjar í Trongisvági ella á Drelnesi, og endar á Vágseiði. Møguleiki er bæði at ganga og renna teini.

Hvistan, ið seinastu árini hevur fyriskipað tiltøk bæði fyri børn og vaksin, hevur seinastu 3 árini eisini fyriskipað 1/2marathon í Suðuroynni, har hugni, rørsla og felagsskapur hava eyðkent tiltakið. 


Leygardagin 26. septembur bjóðar Hvistan til 1/2marathon í Suðuronni, har luttakararnir bæði kunnu renna og ganga, og verður tað skipað soleiðis at gongufólkini fara fyrst avstað, og nakað seinni rennararnir.

Tá ið komið er á mál í Vági, er matur og hugni á skránni, umframt at møguleikin er fyri at fara í Pálshøll, ella fara út at eta, hvat einum nú lýstir.

Hvistan fer at gera sítt til at fáa eitt væleydnað tiltak, so vælkomin til Suðuroyar vikuskifti 25. – 27. septembur til Føroya Sunnasta 1/2marathon, boðar Hvistan frá. 

TILMELDING Føroya Sunnasta 1/2marathon – ið er er sama leinkja fyri bæði gongufólk og rennarar