Føroya Sunnasta hálvmarathon

Í dag skipar Hvistlan fyri Føroya Sunnasta hálvmarathon. Bæði suðuroyingar og fólk aðrastaðni úr landinum fara at renna ella ganga teir 21,1 kilometrarnar. Byrjað verður við Stóra í Trongisvági, og endað verður á Vágseiði

Føroya Sunnasta hálvmarathon er árligt tiltak hjá Hvistuni, ið verður hildið í septembur, í ár leygardagin 21. septembur. 

Tiltakið er hugsað sum rørslutiltak, har ein sjálvur avgerð ferðina og um ein gongur ella rennur. Luttakararnir kunnu uppliva vøkru Suðuroynna, mentanarhús, bønhús, kirkjur, náttúruna, gestablídni og mangt annað. Á túrinum er skipað fyri tónleiki, depotum og øðrum, og á málinum er stórt sjálvtøkuborð, myndatøka og tónleikur.

Tiltakið byrjaði longu í gjárkvøldið við aftankvirru í Vágs kirkju.

Klokkan 10 í morgun byrja gongufólkini og klokkan 11 fara rennararnir avstað.

Runnið verður úr Trongisvági til Øravík, út í bygdini í Hovi og eftir gamla vegnum oman í Porkeri, inn móti Nesi og vestur á Eiði í Vági, har málið er við Vágshøll.
í ár verður runnið beinleiðis gjøgnum Vág og vestur í Vágshøll (ikki suður um/runt Vatnið). 

Skipað er fyri depotum á vegnum. Tey er í Bønhúsinum í Øravík, við Kirkjuna í Hovi, Porkeri, við Frelsunarherin í Vági og á Gørðunum í Vági.

##med2##

Hovstunnilin stongdur fyri bilum

Landsverk upplýsir, at orsaka av tiltakinum verður ikki koyrandi gjøgnum Hovstunnlinum í tíðarbilinum klokkan 10-12. Vegurin um Hovsegg skal ístaðin nýtast.

Ferðslan millum Vág og Trongisvág verður eisini nakað merkt av, at nógv fólk verða á gongubreytum og vegunum, og tí vónar Hvistan saman við Landsverki og løgregluni, at bilførarar vísa ans, soleiðis at øll fáa ein góðan túr, bæði tey, ið ganga og renna, og tey í bili. 

Tá ið komið er á mál er opið í Pálshøll, har tað er ókeypis fyri luttakarar at fara í sauna, heitir pottar, svimja og dampbað.

Suðuroyar Bjargingarfelag fylgir luttakarunum á leiðini við tveimum bilum, og veitir hjálp um neyðugt, so sum plástur, vatn ella aðra hjálp. Tó koyra teir ikki luttakarar, men kunnu hjálpa at fáa fólk til nærmasta depot.

##med3##