Føroya Tele upplagdur samstarvspartnari til rúmdarverkætlan

Tílíkar verkætlanir krevja gott netsamband, og Føroya Tele eru longu veitari av fipursambandi til Hetlands

Tað krevur gott internetsamband at fáast við tílíkar rúmdarverkætlanir, sum Shetland Space Agency er í gongd við í løtuni, og tí er Føroya Tele ein upplagdur samstarvspartnari í verkætlanini at senda og arbeiða við fylgisveinum úr Hetlandi.

Føroya Tele veitir frammanundan skjótt fipursamband til Hetlands umvegis SHEFA kaðalin, sum fer úr Føroyum til Hetlands, Orknoyggjar og Skotlands. Samstarvið við Shetland Space Agency inniber, at Føroya Tele veitir fipursamband bæði í sambandi við rakettuppsending og móttøkustøð. Samstundis er eisini møguligt, at týdningarmikil jarðstøð fyri verkætlanina verður í Føroyum.

- Tað er partur av verkætlanini, at eftirlitsmiðstøðin, sum skal stýra fylgisveinunum í rúmdini, kann vera í Føroyum, sum jú er rættiliga áhugavert, segði Jan Ziskasen við Miðlahúsið í oktober.

Bæði Sornfelli og Húsareyn hava verið í uppskoti til jarðstøð. Krøvini til jarðstøðina eru, at hon skal hava rímiligt útsýni og gott netsamband.

- Ein líknandi radarstøð hevur verið á Sornfelli fyrr. Sornfelli er ein møguleiki, men har er øgiliga vindhart. Vit hyggja eisini eftir øðrum økjum sum eitt nú á Húsareyni, har vit í dag longu hava fylgisveinamóttakarastøðir til sjónvarp. Tað kundi eisini verið onkra aðrastaðni í Føroyum, har tað er meira slætt, og har betri møguleiki at síggja sjónarringin 360 gradur, segði Jan Ziskasen.

Jan Ziskasen vísti eisini á, at marknaðurin fyri smáum fylgisveinum er í stórum vøkstri.

- Hetta er tíðliga í prosessini, men hetta er akkurát so tíðliga, sum mann eigur at fara inn í nýggj ting, segði Jan Ziskasen.