Føroyaflokkurin sleppur at stilla upp

Heilsu- og innlendismálaráðið góðkent Føroyaflokkin

Heilsu- og innlendismálaráðið boðaði fyri løtu síðani frá, at Føroyaflokkurin er góðkendur, og hevur rætt at luttaka á komandi løgtingsvali.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tann 5. juli 2019 móttikið undirskriftir um stovnan av nýggjum flokki.

- Eftir at hava kannað undirskriftirnar kann ráðið staðfesta, at 812 av undirskriftunum lúka ásettu treytirnar. Sostatt lýkur flokkurin treytirnar í § 15, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið og hevur rætt at luttaka í komandi løgtingsvali, skrivar heilsu- og innlendismálaráðið.

Føroyaflokkurin er nýggjur flokkur, ið sigur seg vera ein flokk fyri sokallaðu klassisku liberalismuni.

Í stevnuskránni hjá flokkinum stendur millum annað, at flokkurin gongur inn fyri desentralisering av landsins virksemi, frælsum marknaðarkreftum og sterkum privatum ognarrætti.

Eisini sigur stevnuskráin, at " Vit eru føroyingar í Føroyum. Vit liva her og doyggja her, einki annað fer nakrantíð at kennast rætt. Føroyar skulu stevna skútuni fram ímóti hava ræði á øllum lutum og viðurskiftum í Føroyum, við virðing fyri avmarkingum, so sum hermegi. Føroyaflokkurin vil einar sjálvbjargnar Føroyar. Vilja vit stýra, so má blokkstuðulin vekk."