Føroyar eru fantastiskar

Týsku áskoðararnir vóru nøgdir við bæði Føroyar og úrslitið av dystinum

37 ára gamli Frank Wachendorfer, 37 ára gamli Bernd Kopp og 45 ára gamli Stephan Schãuble klaga ikki um úrslitið í kvøld (Mynd: Rólant Waag Dam)

37 ára gamli Frank Wachendorfer, 37 ára gamli Bernd Kopp og 45 ára gamli Stephan Schãuble klaga ikki um úrslitið í kvøld (Mynd: Rólant Waag Dam)

Millum mongu týsku fjeppararnar, sum vóru komnir til Føroya at stuðla Týsklandi, vóru Frank Wachendorfer, Bernd Kopp og Stephan Schãuble úr Stuttgart. Teir vóru nøgdir við dagsins dyst, men heldur ikki meiri enn tað.

 

- Hatta var okay, men tað var heldur ikki meiri enn okay, søgdu teir tríggir eftir dystin.

 

Teir komu til Føroya í gjár og fara avstað aftur í morgin.

 

- Vit hava ongantíð áður verið her fyrr, so dysturin var bara ein partur av túrinum. Vit vildu eisini uppliva eitt nýtt land, og tað hava vit gjørt her. Millum annað vóru vit undir Vestmannabjørgunum, sum var heilt fantastiskt. At síggja fjøllini og allar seyðirnar er eisini hugtakandi, hildu teir.

 

Hóast teir allir koma úr Stuttgart, so halda teir við Bayern München.

 

- Ja, tað gevur faktiskt onga meining, at vit halda við teimum, men soleiðis er tað. Við Bayern München kunnu vit ferðast til Spania, Ongland, Italia og onnur lond, men vit sleppa aldrin til Føroya við Bayern München. Tí var tað so upplagt at fara við landsliðnum, siga teir tríggir, sum eru samdir um, at Føroyaferðin hevur verið allar pengarnar verd.

 

- Og veðrið hevur verið fantastiskt. Tað er nógv betri veður her, enn tað er í Týsklandi, halda Frank Wachendorfer, Bernd Kopp og Stephan Schãuble, sum ætla sær at njóta býarlívið í Havn í kvøld og uppliva okkurt aftrat, áðrenn teir stevna aftur til Týsklands í morgin.