Viljormur til Velje

Mynd: (www.vejleboldklubkolding.dk) Viljormur Davidsen í Vejla troyggju

Mynd: (www.vejleboldklubkolding.dk) Viljormur Davidsen í Vejla troyggju

22 ára gamli Viljormur Davidsen hevur gjørt sáttmála við Vejle fyri restina av hesum kappingarárinum.

 

-       Upp á nógvar mátar er talan um eina nýggjan byrjan fyri Vejle við nýggjum venjara og nýggjum spælarum. Tað ljóðar spennandi og eg vil fegin verða ein partur av tí. Umhvørvið passar væl til mín og eg fái møguleikar at menna meg sum fótbóltspælara, sigur Viljormur Davidsen við heimsíðuna hjá Velje BK.

 

Venjarin hjá Velje, Tonny Hermansen, sær fleiri møguleikar í Viljormi Davidsen.

 

-       Viljormur er ein verjuspælari, sum kann spæla á fleiri plássum. Hann hevur eitt stórt fótbóltshjarta og vit síggja fleiri møguleikar í honum, sigur venjarin hjá Vejle, Tonny Hermansen.

 

Føroyski landsliðsspælarin var fyrr í ár og royndarvandi við Vejle og spældi eisini týsdagin við í venjingardystinum móti Hedensted IF.

 

Viljormur hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum felagið og hevur millum annað royt í Onglandi. Hann er uppvaksin í NSÍ, men hevur síðani spælt ungdómsfótbólt í danska OB og spælt við FC Fyn og FC Fredericia, umframt norska Jerv

 

Viljormur Davidsen er úttikin til A-landsdystin móti Íslandi seinni í hesum mánaðinum.