Føroyar "reyðar" í norskum eygum

Norski Fólkaheilsustovnurin mælir til, at fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, skulu í sóttarhald.

 

 

- Vit mæla til, at hesi lond og regiónir gerast "reyð", sigur Fólkaheilsustovnurin.

- Vit mæla til, at hesi lond og regiónir gerast "reyð", sigur Fólkaheilsustovnurin.

 

Norski Fólkaheilsustovnurin mælir nú til, at seks evropeisk lond, seks regiónir í Svøríki og tvær í Danmark verða roknað sum "reyð" øki í korona-høpi. Millum hesi lond eru bæði Føroyar og Ísland. Tað er økt smitta í Evropa, sum ger, at Fólkaheilsustovnurin nú kemur við nýggjum tilmælum.

Londini, sum Fólkaheilsustovnurin mælir til skulu gerast "reyð", eru Pólland, Malta, Kypros, Háland, Ísland og Føroyar. Í hesum londum eru seinastu tíðina staðfestir fleiri smittutilburðir.

- Vit mæla tískil til, at hesi lond og regiónir gerast "reyð", tá avgerðin um sóttarhald fyri innkomu til Noregs verður tikin hesa vikuna - um ongar broytingar henda í nevndu londum og økjum, sigur norski Fólkaheilsustovnurin í dag.

Norski Fólkaheilsustovnurin sigur, at lond, sum hava fleiri enn 20 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar seinastu tvær vikurnar, í teirra eygum gerast reyð, og stovnurin hevur seinnapartin í dag sent stjórnini síni tilmæli.

 

 

- Vit mæla til, at hesi lond og regiónir gerast "reyð", sigur Fólkaheilsustovnurin.