Føroyar stuðla verkætlan í Kjad

Føroya Landsstýri gjørdi herfyri trý-ára avtalu um at stuðla eina blákrossverkætlan í Kjad í Afrika. Bedingar Ngarossorang, ið er leiðari av verkætlanini í Kjad, vitjar í Føroyum, og mikudagin 6. november fer hann at greiða frá verkætlanini og frá hjálpararbeiðinum í Kjad

Kvøldsetan verður í Skjólinum hjá Bláa Krossi í Havn. Føroyar hava í tráð við heimsmálini hjá ST sett sær sum mál at fíggja ymiskt hjálpararbeiði, og hendan verkætlanin er ein av teimum.

Bedingar Ngarossoranger fer á kvøldsetuni at greiða frá verkætlanini, samfelagsligum viðurskiftum og um støðuna millum tey ungu í Kjad. 

Kjad hevur áleið 11 milliónir íbúgvar. Av teimum liva 61,9% undir fátækramarkinum, sum er 1,25 dollarar um dagin, sum svarar til 8,42 danskar krónur.

Kjad er eitt av heimsins fátækastu londum og hevur verið merkt av ófriði, nógvum hernaðarkvettum og borgarakríggi seinastu 30 árini. Tað er eitt oyðimarkaland sunnan fyri Libya og umframt omanfyrinevndu avbjóðingar, hava turkur og hungursneyð eisini rakt landið seinastu árini. Alt hetta ger støðuna sera trupla í hesum landið.

##med2##

Í Kjad eru rúsevnismisnýtsla og kynsrelateraður harðskapur eisini stórar avbjóðingar og serliga hetta vendir verkætlanina sær ímóti. 

Verkætlanin, ið verður fíggjað úr Føroyum, er ein lívsførleikaskúli fyri ung, har tey verða upplærd og ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga – førleikar, ið eru týdningarmiklir fyri at fóta sær í lívinum. Fokus er eisini á at hjálpa teimum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja bundni og harðskapi. Tað er Blái Krossur í Kjad, sum stendur fyri verkætlanini, og Bedingar Ngarossorang er leiðari av hesi verkætlan.

Bedingar Ngarossoranger verður í Føroyum í nakrar dagar, har hann fer at vitja ávísar skúlaflokkar, ymiskar stovnar, landsstýri, og aðrastaðni.