Føroyar við í fótbóltsspæli til PlayStation

Føroyska mandslandsliðið í fótbólti verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020

Føroyska A-landsliðið í fótbólti hjá monnum verður við í nýggjastu útgávuni av eFootball PES 2020, sum er eitt PlayStation spæl, ið kemur út í sambandi við UEFA EURO 2020.

Hesum boðar Fótbóltssambandið frá í dag.

Fótbóltssamband Føroya og Konami, ið er framleiðarin av PlayStation spølum, hava gjørt samstarvsavtalu um hetta.

Sum partur av avtaluni verða Føroyar eisini umboða í komandi UEFA eEURO 2020 kappingini. Fleiri enn 50 av UEFA-limalondunum fara komandi árini at taka lut í hesi nýggju eSports kapping, sum verður spæld á eFootball PES 2020.

- Við hesari avtalu fær FSF eisini møguleikan at fáa størri innlit í eSports-heimin, ið av álvara er farin at vinna seg fram, ikki bara úti í stóru verð, men eisini í Føroyum, skrivar Fótbóltssambandið.

Nýggja eFootball PES 2020 verður at fáa til keyps frá týsdegnum 10. september 2019.

##med2##