Føroyar við í rúmdarverkætlan

Føroysk jarðstøð skal savna inn dátu úr rúmdini

Sunnudagin verður fyrsta rúmdarballónin hjá Shetland Space Agency send upp í loft úr Hetlandi, ið skal savna inn dátu, ið síðani skal sendast oman aftur á jørðina.

Tað boðar Shetland Space Agency frá í dag.

Talan er um fylgisveinaætlanina, sum Føroya Tele er partur av.

 Við ballónini eru millum annað veðurtól, og endamálið er at kanna, hvussu væl tað fer at eydnast at móttaka dátu frá fylgisveinum, sum eftir ætlan skulu sendast í ringrás seinni í verkætlanini.

Hesaferð verður tað ein móttakarastøð í Hetlandi, ið skal taka ímóti dátuni, men eftir ætlan skal tílík móttakarastøð, ella jarðstøð, eisini setast upp av Føroya Tele í Føroyum.

- Føroya Tele gjørdi i 2018 strategiskt samstarv við Shetland Space Center um samstarv innan rúmdarøki og við satellitum. Hetta tiltakið við ballónini sum SPC sunnudagin sendir upp í stratosferuna er eitt risa fet tann rætta vegin og fyri ætlanina um hetlendskt-føroyskt rúmdar samstarv, sigur Jan Ziskassen, stjóri á Føroya Tele

Tað er felagið bretska felagið B2Space, sum í samstarvi við Shetland Space Center sleppur ballónini, ið eftir ætlan skal røkka stratosferuni, sum er góðar 37 kilometrar í erva.

Evropeiska rúmdarsamstarvið, ESA, er eisini partur av verkætlanini, og hevur frammanundan nógvar líknandi støðir runt í Evropa. Hetta er kortini fyrsta av sínum slag í Hetlandi.