Føroyingar á UNESCO fundi í Vattenriket

Føroyska UNESCO nevndin hevur í vikuni verið á Norðurlendskum fundi í Svøríki

Limir úr føroysku UNESCO nevndini hava í vikuni verið á norðurlendskum UNESCO fundi í Kristianstad í Svøríki.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sum er nýggj forkvinna í føroysku UNESCO nevndini, nú Sigurð í Jákupsstovu hevur lagt formanssessin frá sær eftir 7 ár, fegnast um fundin.

- Norðurlendska samstarvið styrkir grundarlagið fyri føroyska UNESCO arbeiðinum. Tí eru vit sera fegin um at hitta okkara norðurlendsku samstarvsfelagar á fundi. Í ár var tað í áhugaverda lívhválvsøkinum Vattenriket í Kristianstad í Svøríki. Á fundinum fyrireikaðu vit okkum til aðalfundin, sum verður seinni í ár, sigur Annika Sølvará, forkvinna í føroysku UNESCO nevndini.

Men føroyska UNESCO nevndin fekk eisini annað heim við sær. Fundurin varð nevniliga hildin í Naturum Vattenriket, sum er eitt UNESCO lívhválvsøki. Tað eru øki, har arbeitt verður við at verja lívfrøðiligt margfeldi, at menna vistskipanartænastir og at brúka náttúrutilfeingið burðardygt. Hetta eru evni, sum í løtuni fylla nógv í føroyska kjakinum, og tí var sera viðkomandi at síggja, hvussu tey hava skipað og ment økið.   

Í 1960-unum varð økið, sum liggur mitt í Kristianstad, brúkt sum ruskpláss, men fyri 30 árum síðan varð farið undir náttúruverndararbeiði í økinum og eitt útisavn varð sett á stovn.

Í 2005 varð Kristianstads Vattenrike skipað sum UNESCO lívhválvsøki og síðani varð farið undir verndar- og menningartiltøk í økinum. Vakri bygningurin "Naturum Vattenriket" lat upp í 2010 við tí endamáli at veita miðlan og skúlatænastu. Nú eru heildi 22 vitjanarstøð staðfestt ymsastaðni í vakra og fjølbroytta lívhválvsøkinum í og kring Kristianstad.

Ein partur av virkseminum í lívhválvsøkinum "Vattenriket" hevur verið at endurskapa vátlendið fram við ánni Helge. Arbeiðið við lívhválsøkinum er gjørt í breiðum samstarvi millum UNESCO nevnd, kommunu, stovnar, feløg, skúlar, vinnu og bøndur í økinum, og hevur havt við sær, at økið nú verður nýtt meiri burðardygt. Eitt nú er vatnið, ið kemur úr hálendinum og rennur út í Eystrasalt við Åhus, nógv reinari nú enn fyri fáum árum síðan.

Yvir 100.000 fólk vitja Naturum Vattenriket um árið.

UNESCO tjóðarnevndirnar vitjaðu nøkur av áhugaverdu støðunum í Vattenriket, millum annað vátlendið fram við ánni, har kýr stóðu á beiti, og tað uddi í plantu- og fuglalívi.

Føroyar hava verið atlimir í UNESCO, sum er ST stovnur fyri útbúgving, gransking, mentan og samskifti, síðan 2009. Aðalfundurin, sum er annaðhvørt ár, verður í París 12. – 27. november og føroysk luttøka verður nakrar av døgunum.

Norðurlond hava eitt sera gott samstarv í UNESCO, og árligi fundurin fyri tjóðarnevndir er tí eitt gott høvi hjá føroysku UNESCO nevndini at umrøða tey evni innan útbúgving, gransking, mentan og samskifti, sum verða tikin upp á aðalfundinum.