Føroyingar eru evropameistarar í at arbeiða

Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

Tað er eingin í Evropa, sum arbeiðir so nógv, sum føroyingar. Hetta er enn einaferð staðfest í eini uppgerð, sum Hagstovan kunngerð í dag um.

Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum, sum eru í aldrinum frá 15 til 74 ár, eru 31.800 fólk, sum eru vinnuliga virkin, og tað svarar til 84,3 prosent. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1 prosent og hjá kvinnum er hann 82,4 prosent.

Sostatt er tað eingin í Evropa, sum er so vinnuliga virkin, sum føroyingar. Í arbeiðsfjøldini eru øll, sum eru vinnuliga virkin, ella løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, og fólk, sum hjálpa til í familjufyritøkum, uttan at fáa løn fyri tað.

Tey 15,7 prosentini, sum ikki eru vinnuliga virkin, eru ungfólk undir útbúgving, fólk sum ikki kunnu arbeiða av sjúku, skerdum førleika, ella øðrum, ella fólk, ið eru pensjónerað.

Hagstovan sigur, at eisini í undanfarnu kanningunum hevur tað víst seg, at eftir fólkatalinum er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór, tí har er hon 81 prosent.

Síðan er eitt glopp niður til Sveis, har arbeiðsfjøldin er 76 prosent av teimum 15-74 ára gomlu, og Svøríki er hon 74 prosent. Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini, er 64 prosent. Tann lægst vinnutíttleikin er í Turkalandi og í Italia, har hann er 53 – 56 prosent.

Í Danmark, sum vit altíð samanbera okkum við, eru vinnutíttleikin 70 prosent.  

Mynd: Hagstovan