Føroyingar hava fingið størri álit á politikarunum

– Men kortini eri meiri enn fjórði hvør føroyingur er sannførdur um, at vit hava mutur í Føroyum

 

Hesi síðstu árini hava føroyingar fingið alsamt størri álit á okkara politikarum. Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

Kanningin er gjørd í februar og mars í ár og hon vísir, at 68 prosent av føroyingum hava álit á landsins stýri. Sostatt kann staðfestast, at álitið á landsins stýri hevur verið alsamt hækkandi hesi seinastu árini, tí í 2013 vóru tað bara 46 prosent, sum høvdu álit á politikarunum og í 2017 vóru tað 63 prosent.

Afturfyri eru tað 20 prosent, sum ikki hava álit á politikarunum og restin hevur ikki nakra ávísa meining um tað.

Tað er lítil munur á kynunum, men kortini ber til at siga, at menn hava heldur størri álit á politikarunum enn kvinnur hava.

Men tað er eisini meiri enn fjórði hvør føroyingur, sum heldur, at myndugleikarnir í føroyskum eru mutraðir, og her verður hugsað um kommunurnar, Løgtingið og Landsstýrið.

Tað eru nevnliga 27 prosent av fólki sum halda, at mutur er í skipanini, og tann støðan er óbroytt hesi seinastu árini.

Hinvegin eru tað bara 48 prosent, sum eru sannførd um, at mutur ikki er í politisku skipanini og fjórði hvør føroyingur veit ikki, hvat tey skulu halda um tað.

Í hesum sambandi er støðan broytt hesi seinastu árini, tí í 2013 vóru tað bara 35 prosent, sum søgdu, at mutur er ikki í føroyskum politikki og í 2017 høvdu 52 prosent ta áskoðan, at landsins stýri var reint í so máta.

Tað vísir seg, at kvinnur hava verri álit á skipanini enn menn hava, tí tað eru bara 41 prosent av kvinnunum, sum halda, at vit ikki eru fongd við muturi, men 54 prosent av monnunum halda tað.