Føroyingar hjálpa teimum sum hava mist hús og heim í Bahamas

Peningurin skal serliga brúkast til at hjálap børnum og eldri

Stuðulin úr Føroyum skal brúkast til skjól, mat, og annað

Stuðulin úr Føroyum skal brúkast til skjól, mat, og annað

Ódnin Dorian sum hevur herjað á Bahamas hesar dagarnar, hevur verið ein rættilig vanlukka fyri tey, sum búgva har ódnin rakti.

Fyrstu metingarnar siga,  at eini 76.000 fólk, eru ávirkaði av Dorian, serliga í oyggjunum, Abaco og Grand Bahamas.

Reyði Krossur metir, at tørvur er á umleið 22 milliónum krónum til neyðhjálpararbeiði og í hesum sambandi hevur Reyði Krossur í Føroyum sent Reyða Krossi á Bahamas 200.000 krónur í vanlukkuhjálp.

Altjóða Reyða Krossi, sigur, at tað er avgerðandi at bera skjótt at fyri at bjarga lívum og veita neyðugu hjálpina.

Tí stóð tilbúgvingin hjá Reyða Krossi til reiðar at hjálpa, so skjótt sum tað var møguligt og peningurin frá hjálparfelagsskapinum skal í høvuðsheitunum brúkast til at útvega familjur skjól og at útvega neyðug húsarhaldstól, so sum lampur og telefonir.

Reyði Krossur hevur lagt serligan dent á at veita teimum veikastu í samfelgnum hjálp, eitt nú 4.400 børnum og 1.600 eldri fólkum.

Starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi hava eisini heitar máltíðir og annan mat til fólk sum ikki hava fingið eina ordiliga máltíð í fleiri dagar.

Reyði Krossur letur eisini fólki reiðan pening, soleiðis at tey sjálv kunnu útvega sær tað, tey, hvør sær, hava størstan tørv á.

Reyði Krossur setur eisini tiltøk í verk fyri at forða fyri, at kynsligur ágangur, og annar harðskapur, tekur seg upp í kjalarvørrinum á vanlukkuni. 

Stuðulin úr Føroyum skal brúkast til skjól, mat, og annað