Eingin fráfaringaravtala

Talan var um fyribils starvssetan, og Jørgen Holme hevur alla tíðina vitað, at talan í mesta lagið varð um tvey ár í stjórasessinum

 

 

Føroyska tjóðarflogfelagið skal nú hava nýggjan stjóra. Tað er í lýsing í Sosialinum í dag, at Atlantsflog leitar eftir nýggjum stjóra.

 

Tí er greitt, at Jørgen Holme, sum varð settur sum stjóri 16. november í 2013, tá Magni Arge varð koyrdur frá, ikki heldur fram í stjórastarvinum.

 

Nýggi stjórin verður fjórði stjóri felagsins. Fyrstu sjey árini frá 1988-1995 var Heri Mortensen stjóri. Tá Heri Mortensen varð koyrdur frá sum stjóri í 1995 tók Magni Arge við sum stjóri, og tá Magni Arge varð koyrdur fráí 2013, tók Jørgen Holme við sum stjóri.

 

Felagið boðaði frá, tá Jørgen Home tók við stjórastarvinum, at hann skuldi sita sum stjóri í tvey ár. Hóast tað ikki er nevnt í lýsingini, nær nýggi stjórin skal taka við, so er freistin at søkja starvið 28. apríl.

 

Niels Mortensen, nevndarformaður hjá Atlantsflogi ger greitt, at Jørgen Holme fær onga fráfaringaravtalu.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist prátið, sum Rás2 hevði við Niels Mortensen, nevndarfomann í Atlantic Airways, í tíðindasendingini í dag.