Føroyingar neyvan smittaðir

Fólkini verða tó avbyrgd í egnum heimi, til endaligu úrslitini eru komin úr Danmark.

Einki bendir á, at føroyingar enn eru smittaðir við corona-virus. Myndin er tilvildarlig.

Einki bendir á, at føroyingar enn eru smittaðir við corona-virus. Myndin er tilvildarlig.

 

Sambært Tummasi í Garði, varastjóra á Sjúkrahúsverki Føroya, er ikki sannlíkt, at teir báðir føroyingarnir, sum eru kannaðir fyri corona-virus, eru smittaðir.

Tað segði hann við Dag & Viku í kvøld.

Varastjórin segði, at fyribils úrslitini av royndunum, sum eru tiknar av tveimum føroyingum, vísa, at hesir ikki eru fongdir við corona-virus.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað royndirnar, og ábendingar eru ikki um, at talan er um corona-virus. 

Men, sjúkrahúsverkið hevur kortini gjørt av at binda um heilan fingur.

Royndir eru eisini sendar til kanningar í Danmark og fólkini, sum illgruni hevur verið um, vera avbyrgd í egnum heimi, til endaligu úrslitini úr Danmark eru greið.

Tummas í Garði væntar tó, at danir fara at koma til sama úrslit, sum føroysku kanningarnar vísa, nevniliga at fólkini ikki eru fongd við corona-virus.

 

 

Einki bendir á, at føroyingar enn eru smittaðir við corona-virus. Myndin er tilvildarlig.