Føroyingar raktir av húsagangi

Húsagangurin hjá ensku ferðaskrivstovuni Thomas Cook merkist eisini í Føroyum

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Eisini føroyingar eru raktir av, at enska ferðaskrivstovan Thomas Cook um vikuskiftið fór á húsagang. Thomas Cook eigur nevniliga donsku ferðaskrivstovuna Spies Rejser, ið fleiri føroyskar ferðaskrivstovur samstarva við.

Og hóast danska ferðaskrivstovan ikki er farin á húsagang, so er hon hart rakt av støðuni í Bretlandi, tí Thomas Cook tekur sær av tí mesta hjá donsku ferðaskrivstovuni. Tí hevur felagið eisini fyri løtu síðan steðgað allari sølu av ferðum.

Bergur Thomsen, stjóri í føroysku ferðaskrivstovuni 62N, upplýsir, at felagið hevur onkrar kundar, sum eru raktir av húsaganginum.

- Vit hava onkrar kundar, ið hava keypt ferðir gjøgnum Spies. Men tíbetur er Spies umfata av Rejsegarantifonden og veitir tað eina ávísa trygd, sjálvt um eg vænti, at tey allar flestu heldur vilja hava ferðina enn pengarnar aftur, sigur Bergur Thomsen.

Heilt snikkaleys sleppa fólk kortini ikki, tí stjórin vísir á, at Rejsegarantifonden dekkar allar útreiðslur í samband við ferðina úr Danmark, men at ferðin úr Føroyum til Danmarkar ikki er partur av pakkanum hjá Spies.

- Spies dekkar ferðina úr Danmark og víðari, meðan vit standa fyri restini. Tí er einki galið við ferðaseðlunum úr Føroyum til Danmarkar, men tað er ivasamt, um endurgjaldið dekkar tann partin. Men tann stóri parturin av útreiðslunum er Spies ferðin, og hana fáa kundarnir endurgoldna, sigur hann.

Enn hevur felagið ikki yvirlit yvir hvussu nógvir kundar eru raktar av húsaganginum, men upplýsir stjórin, at sølan gjøgnum Spies hevur verið støðugt fallandi, og er talan tí um eitt avmarkað tal av kundum.

- Fyrr seldu vit nógvar ferðir gjøgnum Spies, men seinnu árini eru føroyingar farnir at flúgva beinleiðis við Atlantic Airways til ymisk ferðamál. Tí er tað avmarkað hvussu nógvir føroyingar verða raktir av húsaganginum. Men vit gera alt fyri at greiða fløkjurnar, so at tey sleppa sum best burturúr tí, sigur Bergur Thomsen. 

Mynd: Ritzau/Scanpix