Føroyingar renna marathon í Jerusalem

- Á ferðini í Ísrael, sum verður í mars, verður eisini høvi hjá føroyingum at vitja søgulig støð í Ísrael, sigur Maigun Solmunde.

 

 

Í fjør skipaðu Loftiferðir fyrstu ferð fyri túri til Ísraels í samband við Jerusalem Marathon. Hetta gjørdist ein væleydnað ferð við ikki færri enn 41 luttakarum úr Føroyum. Hetta var meira, enn fyriskipararnir høvdu torað at droymt um.

- Jú, eg haldi, at hetta var ein ótrúliga góð og gevandi ferð, har vit øll vóru nógv saman og eisini høvdu tað bæði gott og stuttligt í heilar fimm dagar.

Tað sigur Maigun Solmunde hjá Loftiferðum, sum skipaði fyri ferðini til Jerusalem Marathon í fjør, og sum aftur í ár fer at geva føroyingum høvi at luttaka.

Hon vísir á, at sjálvt marathon-tiltakið í ár verður hin 20. mars, men høvi verður eisini at renna bæði fimm ella tíggju kilometrar umframt tað hálva og tað heila, sum er 42,2 kilometrar.

Farið verður úr Føroyum hin 16. mars, og komið verður heim aftur hin 22. mars.

- Á ferðini í Ísrael verður eisini høvi at vitja søgulig støð, og millum hesi kunnu nevnast Getsemane, Golgata, Oljufjallið, Holucaustsavnið, Yad Vashem, Grátimúrin, Masada og Deyðahavið, sigur Maigun Solmunde hjá Loftiferðum.