Føroyingar savnaðu 900.000 saman

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroyum gav næstan eina mllión krónur

7. september var landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, og nú er greitt, at innsavningin gav 900.000 krónur. Reyði Krossur sigur soleiðis:

- Reyði Krossur vil hjartaliga takka øllum innsavnarum og teimum, ið lótu gávu til Reyða Kross, á landsinnsavningini 7. september. Úrslitið er væl betri enn í fjør, og er hetta ein sera stór hjálp, har ið neyðin er størst kring heimin.

- Atlantic Airways lat 4 gávubrøv í samband við landsinnsavningina, og allir teir røsku innsavnararnir ið gingu við bússu vóru við í lutakastinum um gávubrøvini. Vinnararnir eru funnir og hava fingið beinleiðis boð. Ein vinnari var í Syðrugøtu, ein í Runavík, ein í Vestmanna og ein í Tórshavn.