Føroyingar senda meiri stuðul til at bøta um álvarsliga vanlukku

Tað liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, sigur Reyði Krossur í Føroyum

Reyði Krossur í Føroyum hevur gjørt at senda 200.000 krónur í neyðhjálp til Libanon eftir stóru spreingingina í Beirut herfyri.

– Spreingingin í Beirut týsdagin 4. augus,t hevði ræðuligar avleiðingar fyri býin og fyri landið, sigur Reyði Krossur. Higartil hava yvir 200 fólk latið lív, fleiri túsund hava fingið skaða, og fleiri hundrað túsund eru vorðin heimleys, nú stórir partar av býnum eru lagdir í oyði. Fólk leita framvegis eftir burturblivnum næstringum í toftunum, leggja tey afturat.

Herfyri gjørdi Landsstýrið av at senda 500.000 krónur í neyðhjálp til Libanon og nú hevur Reyði Krossur gjørt av at senda 200.000 krónur til Libanon.

– Fyri framman er nú eitt stórt arbeiði at hjálpa øllum teimum nógvu, sum hava mist hús og heim, at fáa tak yvir høvdið og mat í munnin. 

Spreingingin rakar serliga meint, tí frammanundan er Libanon longu hart rakt av fíggjarligari kreppu og øktum fátækradømi. Í Libanon eru eisini 1,5 milliónir flóttafólk, og harafturat eru tey hart rakt av koronu.

Í hesum sambandi leggur Reyði Krossur dent á at útvega teimum nógvu heimleysu bráðfeingis innivist, neyðuga útgerð til persónligt reinføri, maskur og heilt grundleggjandi neyðhjálp, sum mat og vatn. 

Reyði Krossur sigur, at øll hjálp er kærkomin, og tað ber til hjá øllum at at stuðla arbeiðinum við at flyta eina upphædd til felagsskapin.