Føroyingar senda neyðhjálp so fólk fáa tak yvir høvdið

Eini 125.000 fólk hava mist hús og heim

Reyði Krossur í Føroyum hevur nú sent Reyða Krossi í Malawi í Afrika neyðhjálp til at býggja bústaðir fyri.

Malavi, er eitt av heimsins fátækastu londum, og har eru herviligar náttúruvanlukkur hvørt einasta ár, bæði ódnir, vatnflóð og skerpingur. 

Í mars í ár rakti herviliga melduródnin, Idai, bæði Malavi, Mosambik og Simbabvi. Tað elvdi til herviligar vatnflóðir, ið fingu avleiðingar fyri umleið 923.000 fólk í Malavi og av teimum vóru tað yvir 125.000, sum mistu hús og heim. 

Í hesum sambandi hevur Reyði Krossur í Føroyum nú samtykt at senda Reyða Krossi í Malawi 200.000 krónur við tí endamáli at hjálpa fólki at fáa tak yvir høvdið aftur.

 Harafturat fer ein partur av pengunum til eina nýskapandi tøkni, ið kallast Forecast-based finance, FbF.

FbF er ein skipan, ið ávara um náttúruvanlukkum. Ávaringarnar gevur Reyða Krossi eitt skotbráð at seta munagóð tiltøk íverk, áðrenn vanlukkan rakar.

Nýggja FbF skipanin hevur higartil verið sera væl roynd í verki og hevur bjargað nógvum lívum, sigur Reyði Krossur í Føroyum.