Føroyingar skulu pískast til at spara olju og bensin

– Men vit skulu eisini hava onkra einstaka gularót

 

 

Føroyingar skulu pískast til at spara olju og bensin.

Tað er niðurstøðan í einum tilmæli frá einum arbeiðsbólki til Landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Sirið Stenberg.

Tað er ein arbeiðsbólkur við embætisfólkum úr Umhvørvisstovuni, Heilsu, og innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum, sum hava gjørt eitt uppskot um, hvønn veðurlagspolitikk, vit skulu føra hesi næstu árini.

Og ein høvuðsniðurstøða í uppskotinum er, at 2030 skulu minst helvtin av øllum bústøðum og bygningum fáa varma frá varandi orkukeldum. Men skal tað eydnast, er neyðugt at seta tiltøk í verk alt fyri eitt.

Og tað skal gerast við at geva føroyingum eina gularót, men fyrst og fremst skal tað gerast við at leggja stór avgjøld á olju, bensin og á diesel fyri at tvinga fólk at leggja um til varandi orkukeldur.

Gularótin er, at í nøkur ár skulu tey, sum vilja bjálva hús, fáa mvg av tilfarinum og arbeiðslønini aftur.

Harumframt skal vera krav, at nýggj privathús, og nýbygningar hjá almennum stovnum og feløgum, skulu hava grøna hitaskipan. Tað eigur at verða fráboðað beinanvegin, at hetta kemur í gildi um eitt ár, sigur arbeiðsbólkurin.

Forboð skal eisini setast fyri at skifta gomul oljufýr út við nýggj oljufýr. Hetta eigur at verða kunngjørt fyri fólki beinanvegin, so at tey fáa eina skiftistíð upp á nøkur fá ár

Samstundis skal oljunýtslan avmarkast við at leggja hægri avgjøld á oljuna, og eisini hetta skal setast í verk skjótast gjørligt.

– Oljuavgjaldið skal vera so mikið stórt, at fólk veruliga velja grønar orkukeldur, heldur enn bara at gjalda eyka avgjaldið, sigur arbeiðsbóljurin.

Endamálið við oljuavgjøld er at minka nýtsluna, men tað er eisini fyri at gera fólki greitt,  tað skal kosta at dálka.

Tey skjóta eisini upp, at inntøkurnar frá oljuavgjaldinum vera beinleiðis markaðar til grøna umskiftið.

Arbeiðsbólkurin heldur, at í 2030 skal tað verða forboðið at selja bilar, sum brúka bensin og diesel, og eftir 2035 eiga nýggir hybridbilar heldur ikki at vera seldir í Føroyum.

Samstundis skal nýtslan av bensini og diesel avmarkast við at leggja hægri avgjøld á, og hetta skal setast í verk skjótast gjørligt. Men samstundis eigur tað framvegis at verða avgjaldsfrítt at keypa elbil, eins og teir eiga heldur ikki at rinda skrásetingargjald, meirvirðisgjald og vektgjald, í nøkur ár afturat.

Og at enda mælir arbeiðsbólkurin til at hækka vegskattin, ella CO2 avgjaldið, sum tað nú eitur.